* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fyrsta skipið í Stingray-røðini latið Maersk Supply Service

Tað fyrsta av nýggju subsea support-skipunum hjá Maersk Supply Service hevur fingið navnið ’Maersk Installer’

Maersk Supply Service (MMS) hevur júst fingið ’Maersk Installer’, sum er fyrsta av fýra nýggjum subsea support-skipum í Stingray-røðini. Tað váttar MMS fyri Søfart.

Skipið, ið er 11 metrar høgt, 27 metrar breitt og 137 metrar langt, varð latið av skipasmiðjuni COSCO Shipping Heavy Industry í Dalian har norðuri í Kina.

Skipið er sniðgjørt saman við Marin Teknikk. Tað er bygt til at kunna taka sær av einum breiðum úrvali av uppgávum á bæði djúpum og grunnum vatni og er millum annað útgjørt við einum 400 tons krana umframt tveimum ROV-kavbátarobottum, ið kunnu arbeiða niðri á 3.000 metra dýpi.

Kelda:  soefart.dk