* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fyrsta turrhavnin í Skandinavia

Í Fredericia gera tey tilreiðar til tað, sum ætlandi skal verða fyrsta turrhavnin í Skandinavia. Ein turrhavn er ein havn, har skipini standa uppi á turrum, tá tað er fjøra.

 

Teir báðir makkararnir, ADP og PFA, rokna við at gera íløgur fyri í minsta lagi 2 milliardir krónur í ætlanina, har DLG, sum er Dansk Landbrugs Grovvareselskab, er í ferð við at byggja eina stóra útgerðarmiðstøð í sambandi við ein 20 ára leigusáttmála.

               

Haraftrat er DLG í holtur við at savna allar umsitingarligu partarnar hjá felagnum úr øllum landinum til Fredericia.

 

Aðalreglurnar við at leiga í Taulov Dry Port, sum turrhavnin skal eita, eru tær somu sum í Fredericia havn. ADP letur økið til viðskiftafólkini, sum so kunnu byggja goymsluhallir og annað á økið.

 

Tað, sum fyrireikararnir halda vera serliga áhugavert við hesi ætlanini er, at hetta liggur miðskeiðis í tríhyrninginum ella tríkantsumráðnum, sum tað verður rópt.

 

Kelda: Maritime Danmark