* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Týska reikferðaskipið, Mein Schiff 2.

Fyrsta týska reikferðaskipið aftur á havinum

Fyri fyrstu ferð síðan koronavirusið steðgaði allari krúsvinnuni, stevnir eitt týskt reikferðaskip út aftur á hav við ferðafólkum umborð. Tað snýr seg um “Mein Schiff 2”, sum fríggjadagin fór frá bryggju í Hamburg við kós ímóti Noregi. Gestirnir sleppa tó ikki í land í Noregi.

 

Mein Schiff 2, sum TUI fekk í fjør, hevur pláss fyri 2.900 ferðafólkum, men orsakað av koronaavmarkingum kann skipið bara hava 60 prosent av kapasitetinum við.

 

Umborð á týska reikferðaskipinum hesaferð eru sostatt 1.200 ferðafólk.

 

Fyrrapartin sunnudagin var Mein Schiff 2 statt uttanfyri jútlendsku vesturstrondini við kós móti Hamburg, har tað væntandi kemur í dag.

 

Reikferðaskipið var inni í havnini í Kristiansand og vendi í havnini, áðrenn tað aftur stevndi suðureftir. Og ferðafólkini sluppu ikki í land.

 

Reikferðaskip um allan heim hava ligið svínabundin seinastu mánaðirnar, síðan koronasmittan í mars steðgaði hesi vinnuni fullkomiliga.

 

Kelda: Maritime Danmark