* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fyrsta uppboðssølan verður í dag

Fyrsta sølan av veiðirættindum í 2018 fer fram í dag, tá íalt 25.000 tons av rættindum at veiða svartkjaft verða seld á opnari uppboðssølu. Kunngerðin, ið ásetir, hvussu uppboðssølan av veiðirættindum verður skipað, er lýst.

Ein broyting í mun til 2017 er, at sølan í 2018 fevnir um 3 sløg av rættindum, 1, 3 og 8 ára rættindi.

Leisturin fyri sjálvari søluni verður á leið tann sami sum í 2016 og 2017. Sølan verður skipað um tveir søluhættir: Opin uppboðssøla, sum Fiskamarknaður Føroya skal standa fyri, og afturlatin uppboðssøla, sum Vørn skal standa fyri.

Størra helvtin av rættindum at veiða svartkjaft og minna helvtin av norðhavssild verða boðin út á opnari uppboðssølu, roknað í tonsum. Rættindi at veiða botnfisk, makrel og restina av svartkjafti og norðhavssild verða boðin út á afturlatnu uppboðssølu.

Samlaða nøgdin av rættindum, ið verða boðin út, eru: Botnfiskur, 4.769 tons, svartkjaftur, 89.169 tons, makrelur, 10.916 tons og norðhavssild, 12.490 tons.

Botnfiskurin er í høvuðsheitum toskur, men eitt ávíst lutfall er hýsa og onnur fiskasløg. Rættindini at veiða fevna um trý øki: Barentshavið (russiski parturin) 3.335 tons. Barentshavið (norski parturin) 1.098 tons og Svalbard 336 tons.

Fiskamarknaður Føroya skipar fyri fyrstu sølunum, og tað verður við opnari uppboðssølu. Sølurnar fevna um 1 ára rættindi at veiða svartkjaft.

Kelda: Fiskimálaráðið