* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Equinor er farið at brúka dronur at flúgva við vørum, sum t.d. skulu brúkast á oljupallum.

Norski orkurisin, Equinor, hevur framt sín fyrsta dronu-flutning út á eina oljuleið. Tað hendi, tá Troll A-oljupallurin í Norðsjónum fekk ein 3D-prentaðan eykalut til bjargingarbátsskipanina við einari dronu. Teinur at flúgva var  sum 80 kilometrar.

 

Tað var ein gott og væl fýra metrar long drona av slagnum Camcopter, sum fleyg eykalutin til manningina á pallinum í Norðsjónum. Flogtíðin var umleið ein tíma frá miðstøðini í Mongstad.

 

“Menningin gongur skjótt, og vit síggja stórar møguleikar í dronutøknini, sum kann broyta háttin, vit arbeiða, bæði undir og omaná vatnskorpini,” sigur Arne Sigve Nylund, executive vice president fyri Menning og Framleiðslu hjá Equinor.

 

“Dronur kunnu styrkja trygdina, økja virksemið og vera við til at minka um CO2-útláið frá norskari olju- og gassframleiðslu,” leggur hann aftrat.

 

Kelda: Maritime Danmark



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=A8jGGS9fuyc]
Sjónbandaupptøkur av dronuflúgving við eykaluti út á oljupall.