
nyggja skipið til the Great Lakes.
Fyri fyrstu ferð í meira enn 40 ár er ein nýbygningur latin til sigling á the Great Lakes, sum er ein røð av áum á markinum millum Kanada og USA. Nýbygningurin hevur fingið navnið Mark W. Baker, og er eitt 210 metrar langt turrlastskip, sum siglir undir emerikonskum flaggi.
Skipið er smíðað á Fincantieri Bay Shipbuilding í Wisconsin.
Mark W. Barker er ameikanskt bygt, soleiðis sum kravt verður í Jones Act, amerikanarar eiga tað, og manningin er amerikonsk.
Sambært eigaranum, The Interlake Steamship Company, kann skipið leggja at í mest sum øllum havnum við the Great Lake.
Kelda: Maritimedanmark
[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=uay9AKXWRMM]
Sjónbandamyndir tiknar, tá skipið fekk navn.