* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fyrsti partur av LNG-ferðamannaskipi fluttur útum

Meyer-skipasmiðjan í Papenburg er nú liðug við fyrsta partin av tí, sum verður heimsins fyrsta LNG-rikna ferðamannaskipið. Ovurstóri bygningurin upp á 120 metrar er togaður út úr turrdokkini fyrr í hesi vikuni og skal nú gerast liðugur.

Alt skipið skal vera klárt at lata AIDA Cruises á heysti í 2018.

Skipið verður við 183.900 GT størsta ferðamannaskipið, ið nakrantíð er bygt í Týsklandi - og tað  fyrsta, sum burturav verður rikið av LNG.

Fyrsta sektiónin er 120 metrar long, 42 metrar breið og við 19 dekkum.

Lidna skipið fer at rúma 2.600 kømrum og hevur eftir ætlanini Kanarisku Oyggjarnar sum mál á jomfrúferð síni.

Her er ein video frá, tá ovurstóra konstruktiónin varð togað útum.



Kelda: Meyer Werft/maritimedanmark.dk