
Fyrstu frálandsfólkini fara til Johan Sverdrup-leitiøkið
Startskotið at fáa upp ímóti 2.400 kvinnur
og menn at gera Johan Sverdrup-økið í Norðsjónum tilreiðar at reka, varð latið
av í gjár.
Statoil boðaði í
gjár frá, at umleið 150 fólk pluss manning frá ProSafe eru farin at sigla
flótandi íbúðarpallin “Safe Zephyrus” úr Mekjarvík uttanfyri Stavanger við kós
móti Johan Sverdrup-økinum í Norðsjónum.
Tá íbúðarpallurin
kemur út til Johan Sverdrup-økið, er tað samstundis byrjanin til
frálandsarbeiðið í økinum, eitt arbeiði, sum kann taka upp í 50 ár.
- Hetta er ein
stórur dagur fyri Statoil og Johan Sverdrup-samtakið, nú vit senda fólk út í
økið at gera tilreiðar at seta gongd á framleiðsluna, sum væntandi byrjar eina
ferð í seinnu hálvu komandi ár, sigur Trond Bokn, ætlanarstjóri hjá Johan
Sverdrup.
Tá “Safe Zephyrus”
er komin til økið í vikuskiftinum, byrjar arbeiðið at støðla fyrsta stigarørspallin,
og gera tilreiðar at binda hann saman við sjálvan oljupallin. Tá ið tað er
gjørt, kemur hotellið ella “jacktellið”, Haven, út til Johan Sverdrup og
soleiðis økja songjarkapasitetin til nærum 900 sengur.
Stutt eftir fara
upp ímóti 2.400 fólk á trimum vaktum frá bæði Statoil og øðrum at hava Johan
Sverdrup sum arbeiðspláss.
- Trygdin er
týdningarmikil fyri alt okkara arbeiði og Johan Sverdrup. Tá vit so hava fleiri
túsund frálandsfólk í arbeiði har úti, kenna vit sjálvandi eyka ábyrgd.
Hágóðska hevur tískil eyðkent alt okkara arbeiðið við Johan Sverdrup-ætlanini
higartil, og vit fara at gera alt til tess støðugt at varðveita høgu trygdina,
sigur Trond Bokn.
Kelda: Statoil