* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Gassið hevur funnið ein lættari veg

Flutningurin millum heimspartarnar av LNG er broyttur munandi, síðani nýggja Panamaveitin læt upp í juli í fjør, har fyrsta LNG flutningsskipið tók snarvegin ígjøgnum víðkaðu veitina. Í dag standa LNG flutningsskipini fyri 9 pst. av ferðsluni í veitini.

Tá fíggjarætlanin fyri víðkaðu veitina varð løgd, roknaði umsitingin við, at bert eitt einstakt LNG-skip fór at brúka veitina um vikuna. Men hetta hevur m.a. ein øktur amerikanskur útflutningur av LNG gjørt ruddiliga til skammar. Tann 20,5 tímar langi túrurin ígjøgnum veitina íroknað bíðitíð er brúktur av í miðal 5,2 LNG skipum um vikuna, upplýsir umsitingin fyri Panamaveitina.

90 pst. av heimsins LNG-flutningsskipum kunnu nú fara ígjøgnum víðkaðu veitina. Hetta styttir rundtúrin frá amerikonsku eysturstrondini til ASIA niður til slakar 23 dagar.

Her er ein videoupptøka frá Panamaveitini.



Kelda: World Maritime News