
Fyri fyrstu ferð yvirhøvur hava tvey ísstyrkt gasstangaskip sett kós móti ávikavist eystri og vestri fyri at sigla gjøgnum mest ísaðu íshavsleiðina av norðurpólsleiðini - um veturin. Væl at merkja uttan hjálp frá ísbrótarum.
Hendan royndin hevur verið løgd til rættis í longri tíð, og nú er hon í gongd: LNG-tangaskipið, Christophe de Margerie, legði frá landi týsdagin frá LNG-terminalinum, Sabetta, við kós eystureftir móti kinesisku havnini í Dalian.
Ellivu dagar frammanundan stevndi tangaskipið, Nikolay Zubov, út frá Dalian og setti kós móti Sabetta.
Ongantíð áður hava tvey handilsskip gjørt eina slíka paralellferð gjøgnum Norðurpólsrutuna hesa ársins tíð – uttan hjálp frá ísbrótarum.
Verkætlanin er partur av einari røð av royndarsiglingum gjøgnum íshavið, sum Russland so fegið vil gera til eina týðandi flutningsfarleið millum Evropa og Ásia.
- Royndin verður gjørd í samstarvi við natúrgassfelagið, Novatek, og kjarnorkufelagið, Rosatom, sigur Sergey Frank, sum er nevndarformaður í Rosatom.
Málið er at vísa, at til ber at sigla gjøgnum hesa íshavsleiðina í 10 mánaðir av árinum.
Ætlandi kemur Christophe de Margerie til Dalian hin 26. januar, meðan Nikolay Zubov skal vera í Sabetta hin 16. januar.
Kelda: The Barents Observer / Maritimedanmark