
Russiski orkurisin Gazprom steðgar hósdagin allari gassveiting til Fraklands.
Fyrrapartin týsdagin boðaði Gazprom frá, at felagið steðgar allari gassveiting til Fraklands. Gazprom vísir á, at franska orkufelagið Engie ikki hevur goldið fyri gassveitingina í juli, og nú steðgar veitingin heilt.
- Gazprom Export hevur boðað Engie frá, at gassveitingarnar frá 1. september steðga heilt, til Frakland hevur goldið allar gassveitingar úr Russlandi, verður sagt í einum boðum.
Franski forsætisráðharrin, Elisabeth Borne, heitti mánadagin á fronsku vinnuna at fyrireika seg til møguligar streymavmarkingar í vetur.
Landið fær vanliga nøktað 70 prosent av orkutørvinum við 56 kjarnorkuverkum, men av teimum eru 32 teirra óvirkin orsakað av viðlíkahaldi.
Kelda: e24.no