* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

GC Rieber vinnur sakarmál um uppsagnir

Norska frálandsreiðaríið GC Rieber Shipping hevur vunnið eitt sakarmál um hópuppsagnir í rættinum í Bergen.

Undir frálandskreppuni varð reiðaríið undir so hørðum trýsti, at tað á heysti 2016 niðurlegði innanhýsis manningarfelag sítt og sendi 66 fólk í føstum starvi til hús.

17 sjófólk gjørdu av at stevna reiðarínum fyri órættvísa uppsøgn og kravdu endurgjald.

Rætturin í Bergen metir tað tó vera sannlíkt, at støðan hjá reiðarínum broyttist so álvarsliga í tíðarskeiðnum frá mai til august i 2016, at ikki slapst undan uppsagnunum, skrivar Sysla.

Ingvild Andrea Tellmann advokatur umboðar sjófólkini og útihýsir ikki, at dómurin verður skotin inn fyri hægri rætt.

"Sum sagt verður í dóminum, hevur dómarin mett, at hetta er eitt mál av prinsipiellum týdningi, og sum reisir spurningar, sum bert lítil ella ongin rættarpraksis er fyri, og sum saksøkjararnir eftir rættarinnar meting høvdu góða grund til at fáa roynda. (...) Vit fara nú at nærlesa dómin gjølla og taka støðu til, um hann eigur et verða kærdur," skrivar Ingvild Andrea Tellmann í einum telduposti til norska BT sambært Sysla.

Kelda: shippingwatch.dk