* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norska Hurtigrutan ger av álvara nakað fyri, at skipini í reiðarínum verða so umhvørvisvinarlig sum tilber.

Gera íløgur uppá 5,4 milliardir í “grøn skip”

Norska “Hurtigrutan” fer at gera íløgur upp á nærum hálvasættu milliard danskar krónur í “grøn skip”. Talan verður sostatt um heimsins umhvørvisvinarligasta reiðarí við reikferðaskipum (krússkipum).

 

- Vit fara at umvæla og snøgga eldru skip okkara og uppstiga tey at sigla upp á gass, LNG og biogass, sigur Daniel Skjeldam í Hurtigrutuni.

 

- Vit eru fyrsta reiðaríið í heiminum, sum tekur biogass í nýtslu. Og ravløð (battaríir). Vit lata í løtuni smíða fyrsta reikferðaskipið í heiminum við ravløðum. Vit eru eisini fyrsta reiðarí í heiminum, sum hava beint burtur alt óneyðugt eingangsplastikk umborð á skipum okkara.

 

- So vit gera íløgur eina rúgvu av tøkni, og málið er jú at sigla við ravlaði heilt til bryggjukantin í Bergen, so onki CO2-útlát verður frá okkum í miðbýnum yvirhøvur, sigur Daniel Skjeldam.

 

Kelda: Skipsrevyen