* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Gerðarrættarmál um handilsforðingar byrjað

Gerðarrættarmálið hjá Danmark og Føroyum móti ES um handilsforðingarnar hjá ES móti Føroyum byrjaði leygardagin, tá fyrsti fundur var i Haag.

Á fyrsta gerðarættarfundinum í Haag leygardagin, varð løgd ein tíðarætlan í málinum um handilsforðingarnar hjá ES móti Føroyum.

Sambært tíðarætlanini skulu Danmark og Føroyar hálvan juli koma við grundgevingunum fyri, at ES, sambært Danmark og Føroyum, hevur brotið sína samráðingarskyldu í trætuni um norðhavssildina.

ES heldur uppá í fyrsta umfari, at gerðarrætturin onga heimild hevur at gera úrskurð í hesum máli. ES fær so tríggjar mánaðir, til hálvan oktober, at koma við sínum grundgevingum fyri, hví ES heldur, at gerðarrætturin onga heimild hevur at gera úrskurð í málinum.

11. november hevur gerðarrætturin so aftur fund at taka støðu til uppáhaldið hjá ES. Handilsforðingarnar hjá ES móti Føroyum komu í gildi 28. august í fjør.

Hoyringar hjá WTO byrja í summar

Handilsforðingarnar komu, tí Føroyar ikki vilja gera, sum ES sigur, í samráðingunum um norðhavssildina. Handilsforðingarnar eru tó galdandi fyri bæði sild og makrel.

Tá, 28. august, hevði landsstýrið longu biðið um gerðarrætt eftir havrættarsáttmálanum hjá ST. Og tann gerðarrætturin fór til verka leygardagin.

Seinni hevur Danmark, Føroya vegna, eisini biðið um gerðarrætt í WTO, heimshandilsfelagsskapinum. Hoyringarnar í gerðarrættinum hjá WTO kunnu byrja í summar, í juli ella august.

Úrskurður kann koma tíðliga í ár

Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi hjá Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni og leiðari hjá føroysku/donsku sendinevndini, heldur, at at ein semja kann koma undir land tíðliga í ár.

Tað segði Bjørn Kunoy, sum umboðaði ríkið í málinum um WTO gerðarrætt móti ES, við Útvarpið, tá avgjørt varð at seta gerðarrættin, tað var 26. februar.

Hesin gerðarrætturin skal gera av, um handilstiltøkini hjá ES móti Føroyum eru í stríð við WTO-sáttmálan.


Kelda: KVF