
Gestaarbeiðarar og flóttafólk funnið nýggja farleið til Evropa
Leiðarin í Frontex, sum er stovnurin fyri
landamørk, bjargingartænastu- og sjóverju í ES, sigur, at farleiðin frá Marokku
til Spania kann gerast nýggja høvuðsfarleiðin fyri gestaarbeiðarar og flóttafólk,
sum royna at koma til Evropa.
- Spania er landið,
sum ørkymlar meg mest í løtuni, tá tað kemur til flóttafólkastreymin um
Miðjarðarhavið, sigur leiðarin í Frontex, Fabrice Leggeri, við týska blaðið
Welt am Sonntag sambært ShippingWatch.
Sambært tølum hjá
IOM trífaldaðist talið av fólkum, sum komu upp á sponsku strondini í 2016 til
umleið 22.000 í 2017.
Higartil eru flestu
gestaarbeiðararnir og flóttafólkini, sum hava reikað um Miðjarðarhavið, komin
til Italia og Grikkaland í royndini at sleppa til eitt ES-land.
Kelda: ShippingWatch