* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Gevast at sigla til Íslands

Danska reiðaríið Seago Line steðgar við sigling av frakt til Íslands.

Sambært reiðarínum, loysir tað seg ikki at sigla við bingjum til og úr Íslandi, og tí vil reiðaríið ikki taka ímóti nýggjum bíleggingum frá 1. oktober 2013.

Í boðum til viðskiftafólkini, skrivar reiðaríið, at tey, eftir gjøllari kanning av rutuni, hava valt at steðga við Íslandsleiðini 1. oktober.

Fyribils hevur Seago keypt pláss umborð á bingjuskipunum hjá Eimskip.

Kelda: Seago Line

Ásbjørn Jacobsen/antaress.fo