* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Gevur sær sjálvum fimm ár

Í 2023 skal A.P. Møller – Mærsk hava ynskta vøksturin, sigur stjórin, sum setur turbo á.

Hjá Maersk-stjóranum er málið greitt: fyritøkan skal standa fyri samlaðu loysnini av góðsflutninginum heilt frá verksmiðjuni til handilin.

Hetta merkir eitt tættari samstarv millum greinirnar í integreraðu Transport & Logistics-deildini, Maersk Line, APM Terminals og Damco, sum skulu gera fyritøkuna minni hefta at bingjuflutningsgjøldunum. Tað skulu snøgt sagt seljast fleiri veitingar, sum hava tilknýti til bingjuflutningin á havinum.

Vakstarátakið kemur eftir eitt tíðarskeið við frásølu av orkuvirkseminum - Maersk Oil og Maersk Tankers eru avhendað - og størri fokusi á bingjupartin. Í síðsta ársfjórðingaroknskapinum var týðuligt, at tað gongur skeiva vegin hjá Maersk Line. Meðan alheims vøksturiní fluttum nøgdum var upp á 5 prosent, fór bingjureiðaríið aftur við 2,5 prosentum á økinum.

Seinasta liðið í umskipanini av Mærsk – og eitt amboð at seta ferð á vøksturin - var víðkanin av stjórnini í A.P. Møller-Maersk A/S við trimum nýggjum limum, Morten Engelstoft, Vincent Clerc og Søren Toft, fyrr í vikuni.

Kelda: soefart.dk