* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Iranska tangaskipið, Grace 1, er nú leyslatið.

Gibraltar letur iranskt oljutangaskip leyst

Støðan millum Iran og Stórabretland gjørdist spent, tá bretsku myndugleikarnir á Gibraltar løgdu hald á iranska tangaskipið herfyri.

 

Iranska tangaskipið, Grace 1, er nú leyslatið á Gibraltar. Tað váttar fyrstiráðharrin, Fabien Picardo.

 

Bretskar flotadeildir løgdu hald á tangaskipið við Gibraltar 4. juli, tí illgruni var um, at skipið breyt revsitiltøk hjá ES við at ferma olju til Sýria.

 

Sambært BBC vórðu 30 bretskir flotahermenn sendir til Gibraltar eftir ynski frá myndugleikunum á Gibraltar.

 

Síðani hevur bretska uttanríkisráðið sagt, at myndugleikarnir á staðnum skuldu gera av, hvat skuldi henda við skipinum. Sjóøkið við Gibraltar er bretskt.

 

Fabian Picardo sigur sambært The Guardian, at skipið er latið leyst, eftir at myndugleikarnir hava fingið tryggjað skrivliga frá iransku myndugleikunum, at tangaskipið siglir ikki til Sýria.

 

Stjórnin í USA er ónøgd við, at Grace 1 nú er leyslatið.

 

Kelda: DR