* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Gíslatøkan av manningini á coastaranum Leopard.

Donsk reiðaríðir verða noydd til sjálv at taka sær av gíslamálum. Tað gongur fram í einum lógaruppskotið sum vinnumálaráðharrin Anette Vilhelmsen (SF) hevur lagt fram fyri fólkatingi um at leggja trýst á Reiðaríðir í samband við gíslatøkur.

Og Stjórin í Søfartens ledere er væl nøgdur við hettar, tí tað má verða stjórnin saman við fagfeløgunum, sum ganga fremst fyri at fáa reiðaríðini til at gerða sítt ytarsta at fáa leysgivið gíslar, sigur hann yvurfyri Ritzau. Søfartens ledere er fagfelagið fyri skiparar og stýrimenn, har eisini Søren Lyngbjørn er limur, sum nú triða árið á rað situr fangi hjá somaliskum sjórænarum. Saman við skiparanum Eddy Lopez og 4 filipinarum, bleiv hann tikin til fanga frá Costaranum Loapard tann 12. januar í 2011.

Stjórin í Søfartens Ledere er væl nøgdur við at stjórnin herður krøvini til reiðaríðir, um at hava eina ætlan klára, táið silgt verður inní økji har gíslatakarar gerða um seg, umframt at tey hava neyðug amboð at taka til, fyri at tryggja at fáa gíslar latnar leysar skjótast til berð. Reiðaríði Shipcraft hevur selt coastaran Leopard til eitt reiðaríð í Indunesia, men vil ikki upplýsa søluprísin fyri skipið. Lodestar Shipholding Ltd. sum átti ’’gíslaskipið’’ er skrásett í Tortola í British Virgin Island, men var leiga út til Shipscraft í Horshølm. Í løtuni hevur reiðaríði bara coastarnar ’Lynx’ og ’Puma’ eftur í felagnum.

Fáa dagar aftaná at tvey ár vóru liðin síðani gíslatøkunan fann stað, bleiv felagið broytt frá at verða eitt partafelag til eitt lutafelag vegna málið um gíslatøkuna. Tað hevði so við sær at Reiðarin Claus Bech og stjórin Sysser Zerlang Philipson, tóku seg aftur úr nevndini, soleiðis at sølumaðurin John Arne Larsson nú er einasta umboð fyri lutafelagið. Tað hevur ikki verði møguligt af fáa eina frágreiðing frá Reiðaranum Claus Bech hví skipið er selt. Heldur ikki hevur tað verði møguligt at fáa eina ábendin um, hví júst gislatøkan fær Reiðaríði Shipscraft til at broyta felagið til at verða eitt lutafelag.

Kelda: Ritzau / Politikken Weekly

Umsett: Martin Sonny Frederiksen / www.antares.fo