* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Gjøgnumbrot fyri bunkring av LNG í Göteborg

Bunkring av LNG er í oktober mánaða vorðin gerandisdagur í Göteborg Havn í so stóran mun, at leiðslan fyri havnini kallar hetta fyri “eitt gjøgnumbrot”. Í hesum mánaðinum fór fyrsta skip-til-skip bunkringin við bryggju fram og fríggjadagin bunkraði eitt LNG-rikið skip fyri fyrstu ferð brennievni, meðan tað varð lossað.

“Fyri bara fimm-tíggju árum síðani var tað nærmast science fiction við LNG-riknum skipum. Nú hava vit havt sjey LNG bunkringar í nakrar vikur. Eg haldi als ikki, at tað er at gera ov nógv burturúr at tosa um eitt gjøgnumbrot,” sigur Dan-Erik Andersson, ið er operativur stjóri fyri Energihamnen hjá Göteborg Havn í tíðindaskrivi.

ES-direktivið fyri útbygging av undirstøðukervinum fyri alternativ brennievni sigur, at tað skal vera møguligt at bunkra LNG í týdningarmestu havnunum í Svøríki innan 2025. Tað snýr seg um Luleå, Göteborg, Stockholm, Malmö og Trelleborg.
Göteborg lýkur sum tann einasta av hesum havnunum longu nú hetta direktivið, sigur Dan-Erik Andersson.

Kelda: Göteborg Havn/maritimedanmark.dk