
Gjøldini hækka á Asia-Evropa-rutunum triðju vikuna á rað
Triðju vikuna á rað hækka gjøldini á
týdningarmiklu farleiðini millum Asia og Evropa, har Maersk er leiðari á
marknaðinum umvegis 2M-alliance við MSC.
Bingjureiðaríini
kunn fegnast um, at gjøldini hækka triðju vikuna upp í slag á týdningarmiklu
bingjufarleiðunum millum Asia og Evropa.
Gjøldini á rutuni
hækkaðu hesa vikuna við 0,5 prosentum upp í 810 dollarar fyri eina
tjúgufótsbingju. Síðstu viku hækkaðu gjøldini við 6,9 prosentum, og í
næstseinastu viku hækkaðu gjøldini 12,2 prosent.
Tað eru
upplýsingar frá Shanghai Shipping Exchange, sum vísa hækkingina.
Hóast gjøldini
eru hækkað seinastu tíðina, liggja tey 13,4 prosent lægri hesa tíðina í fjør.
Sum heild er
marknaðurin, og serliga Asia/Evropa-farleiðirnar, har Maersk liggur á odda
umvegis 2M-alliance við sveitsiska MSC – framvegis merktur av yvirkapasiteti, og
hann leggur trýst á prísirnar.
Háárstíðin fyri
flutning er vanliga frá miðskeiðis í august til endan av oktober, tá
farmamongdirnar vaksa munandi.