* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Glaðastu sjófólkini arbeiða umborð á sandbátum

Sjófólk umborð á turrlast-, bingju- og tangaskipum hava somu gleði við arbeiði teirra, men glaðastu sjófólkini finna vit í einum heilt øðrum bólki, nevniliga umborð á sandbátum. Tað vísir ein nýggj kanning.

 

Hevur tú dreym um eitt eydnuríkt lív á sjónum, er loysnin kanska at arbeiða umborð á einum sandbáti.

 

Ein kanning, sum The Mission To Seafarers og Shipowners Club hevur gjørt, vísir, at manning á sandbátum er best nøgda og glaðasta manning yvirhøvur.

 

Sjófólk umborð á turrlast-, bingju- og tangaskipum raka 6,3 á “gleðis-indeksinum”, og tað er beint omanfyri miðal, meðan manningar umborð á ferjum og reikferðaskipum fáa botnpróvtalið á gleðisbarometrinum við 5,3 av 10 møguligum.

 

Aldur hevur eisini týdning. Í yngsta aldursbólkinum (16-25 ár) eru tey glaðast við einum úrsliti uppá 7,9, stendur at lesa í kanningini. Tá komið verður til aldursbólkin millum 25 og 35 fellir talið munandi – niður á 5,8.

 

2.000 sjófólk vóru við í kanningini.

 

Kelda: ShippingWatch