* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Globala upphitingin skapar nýggja havn í Íslandi

Útlitini til at globala upphitingin fer at gera tað møguligt at sigla millum USA og Asia umvegis landnyrðingsleiðina, hevur fingið týska havnarfelagið, Bremenports BmH, saman við einum íslendskum samstarvsfelaga og tveimum íslendskum kommunum, at gera eina nýggja djúpvatnshavn á Norðurlandinum.

 

Havnargerðin fer í gongd um eini 3-5 ár, og øll ætlanin verður væntandi liðugt útbygd u 30-40 ár.

 

Tankin aftanfyri er at gera nýggju havnina, Finnafjord Port, til eitt springbretti millum Amerika og Asia gjøgnum landnyrðingsleiðina, og eisini millum Grønland og restina av heiminum. Havnin kann eisini nýtast at útflyta framleitt hydrogen.

 

Bremenports eigur 66 prosent í Finnafjord Port Development Company, meðan íslendska menningarfelagið, EFLA Consulting Engineers, eigur 26 prosent. Seinastu 8 prosentini eiga tær tvær kommunurnar, sum lata grundøkið, Langanes og Vopnafjørður.

 

Maritime Danmark