* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
60 ferðafólk stóðu sum Kánus eftir í landi, tá Bergensfjord loysti endarnar, og fór frá bryggju.

“Tað var ræðuligt. Vit høvdu bílagt okkum eina svitu og skuldu veruliga hugna okkum á veg til Hirtshals,” sigur Kate Monsen, sum var eitt av ferðafólkum, sum stóð sum Kánus, tá ferjan hjá Fjordline fór frá bryggju og setti kós suður við norsku strondini.

 

Kate Monsen skuldi eftir ætlan verið við reikferðaskipinum, Bergensfjord, frá Bergen til Hirtshals, men soleiðis skuldi tað ikki verða. Sambært norska blaðnum VG stóð parið saman við umleið 60 øðrum ferðafólkum í ferjuterminalinum í Bergen, og bara bíðaðu eftir at verða biðin at koma umborð.

 

Danska blaðið Søfart skrivar, at ein samskiftisfeilur hjá Fjord Line gjørdi, at reikferðaskipið sigldi undan teimum 60 ferðafólkunum. Og nú leggur felagið seg skerflatt niður, og biður um umbering fyri feilin.

 

Ferðafólkini fingu í boði at koyra við bussi til Stavanger, soleiðis at tey kundu sleppa við ferðafólkaskipinum haðani til Hirtshals. Eini 25 fólk tóku av tí tilboðnum.

 

“Vit noyðast bara at biðja so mirðiliga um umbering fyri tað, sum hendi,” sigur samskiftisstjórin hjá Fjord Line.

 

Kelda: Søfart / VG