* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Góður og vánaligur ársfjórðingur hjá Eimskip

Eimskip økti umsetningin í ársins fyrsta ársfjórðingi við 29,7 prosentum samanborið við somu tíð í 2016. Hinvegin var inntøkan ikki heilt so góð. Yvirskotið fall til 0,2 miljónir evrur úr 1,8 miljónir evrum sama ársfjórðing 2016 orsakað av avskrivingum og verkfalli í fiskivinnuni.

Umsetningurin var 146,9 miljónir evrur, ein hækking upp á 33,7 miljónir frá 1. ársfjórðingi 2016. Inntøkurnar vuksu í ársfjórðinginum við 8,9 miljónir evrum ella 10,7 prosentum.

EBITDA hækkaði 0,3 miljónir evrur. Íslendska fíggjareftirlitið dømdi reiðaríið eina bót upp á 0,4 miljónir evrur, sum er bókførd í ársfjórðinginum. 

Verkfallið í fiskivinnuni, ið vardi frá 15. desember 2016 til 19. februar 2017, hevði negativa ávirkan á útflutningsnøgdini av fiski. Verkfallið ávirkar EBITDA í ársfjórðinginum við 1,5 miljónir evrum. Útreiðslurnar í sambandi við yvirtøkuvekætlanir vóru upp á 0,4 miljónir evrur. Verða hesar einusinnis útreiðslur drignar frá, var EBITDA fyri ársfjórðingin 11,6 miljónir evrur, ein hækking upp á 20,5 prosent í mun til árið fyri.

Útreiðslurnar hækkaðu 32,8 prosent samanborið við 1. ársfjórðing 2016. Orsøkin var í høvuðsheitum nýggjar fyritøkur, ið komu aftrat í samtakinum, lønarútreiðslur, hægri brennievnisútreiðslur, kapasitetsøking í siglingarskipanini og omanfyri nevndu einusinnis útreiðslurnar.

Nettoúrslitið fyri ársfjórðingin var 0,2 miljónir evrur samanborið við 1,8 miljónir evrur í fjør, serliga orsakað av øktum avskrivingum upp á 1,0 miljónir evrur sum avleiðing av øktum íløgum.

Kelda: Eimskip/maritimedanmark.dk