* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ein av ferjunum hjá norsku Hurtigrutini, Nord Norge.

Góður sjómansskapur

Norska Hurtigrutan siglir alt árið og alt samdøgrið við ferjum fram við vøkrur, men eisini harðbalnu norsku vesturstrondini.

 

Slíkt gevur manningini drúgvar royndir og vitan um lokalu viðurskiftini, nakað, sum tað avgjørt var brúk fyri, tá ferjan, Nord-Norge, í farnu viku endaði í sonnum ódnarhvirlum, tá hon skuldi leggja at í Bodø.

 

Hvirlurnar vóru so harðar, tá ferjan var komin inn í havnina, at skiparin metti, at tað var ógjørlig at gevast við royndini at leggja at. Niðanfyri síggja vit sjónbandaupptøkur av tí, sum NRK hevur sett saman av hendingini.


Kelda: Maritime Danmark

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=i_bxYVKF8a4]
Sjónbandaupptøkur, tá eina av ferjunum hjá norsku Hurtigrutini, Nord Norge, skuldi leggja at ógvusligum hvirlum í Bodø.