
Golden Ray verður skorið sundur
Bjargingarskipið úr Texas, T&T, sum skal
bjarga koppaða suðurkoreiska bilskipinum, Golden Ray, fer at saga skipið
sundur. Golden Ray koppaði nærindis Brunswick á amerikonsu eysturstrondini 9. september
í fjør.
Tá tað fyri aðru ferð miseydnaðist at fáa skipið á rættkjøl, var staðfest, at Golden Ray má høggast upp á staðnum.
Áðrenn arbeiðið byrjar, verður ein umhvørvismúrur gjørdur rundandum skipið, so tað ikki fer at dálka umhvørið í økinum.
Tá umhvørvismúrurin er liðugur, verða stórir jarndrakarar sveisaðir á síðuna á Golden Ray, og eitt flótiskap við einari veldugari sag verður sett uppi yvir skipinum. Síðan verður tað spakuliga skorið í stykkir. So hvørt sum ein “flís” verður skorin av skipinum, verður hon lyft uppá ein prám, sum siglir til lands við hesum, har tað verður endaliga upphøgt.
Tapið av skipinum – og lastini uppá 4.000 bilar, fer væntandi at koma upp í 200 milliónir dollarar.
Kelda: Maritime
Danmark