
2M-samtakið, sum eru reiðaríini Mærsk og MSC, avlýsa fleira fráferðir úr Kina til Evopa.
Avlýsingarnar byrja í sambandi við Golden Week í Kina, sum verður fyrstu vikuna í oktober og heldur fram næstu tríggjar vikurnar. Golden Week hevur vanliga við sær, at tað er lægri arbeiðsmegi bæði í havnum og terminalum í Kina, tá tey hátíðarhaldal halguna.
Tað skrivar tíðindamiðilin Maketwire.
Sambært greiningafyritøkuni Alphaliner hevur 2M-samtakið fyribils avlýst níggju fráfeðir.
Í fjør merkti Golden Week í Kina, at spotprísirnir fyri bingjur úr Asia til USA fullu, meðan prísirnir úr USA til Kina hækkaðu við tveimum prosentum.
Sum skilst fara fleiri onnur reiðaríð eisini at avlýsa fleiri fráferðir úr Kina í ár.
Kelda: Søfart