* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Gomul DFDS-ferja sokkin út fyri Vietnam

Ferjan Jupiter sigldi cruiseferðir fyri vietnamesiska Jupiter Cruises, men fyrr flutti hon danir til Oslo sum “King of Scandinavia” fyri DFDS frá 1989 til 1994. Nú er hon sokkin út fyri vietnamesisku strondini undir ódnini Damrey fyrst í november.

Ferjan varð bygd á eini skipasmiðju í Nantes í Fraklandi í 1974 til Silja Line og varð sett í sigling sum Wellamo millum Helsinki og Stockhólm. Í 1981 keypti DFDS hana og setti hana í sigling millum Esbjerg og Newcastle undir navninum Dana Gloria.

Í 1988-89 varð ferjan longd við 22, 3 metrum á Meyer Werft í Papenburg og sett í sigling sum King of Scandinavia á rutuni Keypmannahavn-Oslo.

Ferjan varð í 1994 seld til Color Line og í 1998 seld víðari til Fjord Line.

Í 2007 varð skipið selt til Royal Group í Hong Kong og varð brúkt til cruiseferðir kring Kambodia og Vietnam.

Her er ein video frá seinastu ferð hennara.



Keldur: Wikipedia og maritimedanmark.dk