* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hanna Jensen, landsstýriskona, Katrin av Kák, cand.mag og cand.ped.psyk, Olga Biskopstø, cand.comm, og Erla Olsen, ph.d., lektari í lívfrøði.

Gongur rætta vegin við happing í fólkaskúlanum

Mánadagin varð ein stór kanning um happing og trivnað í føroyska fólkaskúlanum løgd fram - og fleiri tilmæli vóru somuleiðis handað landsstýriskvinnuni í útbúgvingar- og granskingarmálum, Honnu Jensen.

Nýggja kanningin vísir, at tað gongur rætta vegin, tí tað eru í dag færri næmingar, sum siga seg vera fyri happing, enn í hinum báðnum kanningunum, sum eru gjørdar í Føroyum.

Í 2007 søgdu 15% seg vera fyri happing. Í 2015 var talið komið niður á 13% - og feska kanningin vísir, at tað í dag eru 11%, sum kenna seg happað. 

Trivnaðurin í fólkaskúlanum er øktur samsvarandi batanum við happing. Í 2015 vóru tað 82% av næmingunum, sum trivust væl, meðan talið í dag er 84%.

Hóast happingin samanlagt er minkað, og trivnaðurin hjá næmingunum er øktur, vísa tølini, at millum ein triðingur og ein helvt av næmingunum kortini uppliva happing á onkran hátt. Í onkrum førum er stórur munur millum gentur og dreingir og í onkrum føri millum floksstig.

Kanningin bendir haraftrat á, at tað er munur millum stóru og smáu skúlarnar, tí tað verður minni happað í stóru skúlunum. Mesta happing fer fram í fríkorterinum og tað at flenna, kalla, slatra og útihýsa er mest útbreitt.

Øll frágreiðingin og tilmælini kunnu lesast HER 

 

Kelda: Mentamálaráðið