* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Google ætlar at spora CO2-útlát frá skipum

Ein røð av feløgum, sum Google stuðlar, arbeiða við eini fylgisveinaloysn, sum skal kunna spora og geva upplýsingar um CO2-útlát frá hvørjum einasta skipi á heimshøvunum víðari, skrivar Splash. Eydnast tað, so kann tøknin gerast ein stór hjálp hjá IMO at røkka málið um útlát.

 

Amerikanska tøknin, sum nýtir fylgisveinar og eftirgjørt skilvit, var upprunaliga ment at fylgja við og víðarigeva upplýsingar um útlát frá orkuverkum. Men nú verður tøknin ment at kunna máta og rapportera um útlát frá hvørjum einstøkum skipi. Tað letur upp fyri heilt nýggjum møguleikum hjá reiðaríum, avskiparum og myndugleikum.

 

- Reiðaríini eiga at fyrireika seg uppá eina tíð við gjøgnumskygni, sum ongantíð er sæð áður, tá tað kemur til útlát av CO2, sigur De Gilpin, sum stovnaði Smart Green Shipping Alliance, við Splash.

 

Altjóða Sjóvinnufelagið hjá ST, IMO, hevur sett sum mál, at CO2-útlátið frá alheims skipaferðsluni skal minka við 50 prosentum í 2050 sæð í mun til 2008.

 

Her fer nýggja tøknin at vera eitt gott amboð at máta, um menningin gongur rættan veg – og við neyðugu ferðini.

 

Kelda: Maritime Danmark