* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Google fer til sjós við Rolls Royce

Rolls-Royce Marine hevur gjørt avtalu við Google um at menna skipanir til sjálvstýrandi skip. Ætlanin er at menna sokallaðan kunstigan intelligens við hjálp av Cloud Machine Learning hjá Google, sum kann uppdaga, eyðmerkja og spora lutirnar, sum eitt skip kann koma fram á á havinum.

"Rolls-Royce kann sambinda nýggjastu tøkniligu framstigini við síni djúpu vitan um maritima økið," sigur sølustjórin hjá Google Clouds í norðurlondum, Eva Fors.

”Avtalan er liður í strembanunum hjá Rolls-Royce at byggja fyrsta handilsliga sjálvstýrandi skipið innan 2020”, sigur Oskar Levandar, Senior Vice President í Rolls-Royce Marine.

Kelda: maritimedanmark.dk