* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Göteborg Havn heldur fram við landstreymi

ES-nevndin hevur avgjørt at leingja avgjaldsavslátturin á el upp á 97 prosent hetta til 2020. Av tí at hesin avslátturin hevur stóran týdning fyri skip, ið fáa el av landi við bryggjurnar í Göteborg Havn, kann svenska havnin nú í friði og náðum halda fram við útbyggingini av landstreyminum.

Göteborg Havn fór longu í 2000 undir at bjóða landstreym til kundar sínar, og í dag hevur umleið ein triðingur av skipunum, ið vitja har, møguleika at kopla seg á anleggini hjá havnini, tá tey liggja við bryggju.

”Men tað er ikki altíð, at tey gera tað. Ofta veldst tað um, hvussu langur steðgurin er, men Stena Line brúkar burturav landstreym, sjálvt um steðgirnir hjá ferjum teirra eru stuttir”, sigur Anna Jivén, umhvørvisstjóri í Göteborg Havn.

Hon leggur aftrat, at málið hjá havnini upp á longri sikt er, at øll skip skulu fáa streym av landi, eisini bingju- og tangaskip.

”Hetta fyrireika vit allar nýggjar bryggjur í havnini til”, sigur hon. Umleið 11.000 skip vitja Göteborg Havn um árið. 

Kelda: Sjöfartstidningen