* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Gøteborg Havn setur trygdartiltøk í verk móti ebola

Umleið 11.000 skip koma á hvørjum ári til Gøteborg Havn, harav eitt minni tal kemur úr havnum í vesturafrikonsku londunum, ið eru rakt av ebolavirusini, sum breyt út í byrjanini av 2014.

Thomas Fransson, trygdarstjóri við ábyrgd m.a. fyri karantenum í Gøteborg Havn, sigur sambært tíðindaskrivi frá havnini:

“Fyri at tryggja starvsfólk okkara hava vit sett eyka trygdartiltøk í verk umframt tey, sum altjóða reglur áleggja okkum. Hetta er gjørt í tøttum samstarvi við eftirlitsstovnin fyri smittuvandamiklum sjúkum. Ebola-virusin er ikki luftborin, men spjaðist við beinleiðis sambandi við kropsvætum. Tí kann lastin í høvuðsheitum ikki vera ein beinleiðis smittukelda. Um illgruni er um, at manningin umborð á skipinum er smittað, verður havnarstjórin boðsendur, og hann vendir sær síðani til røttu stovnarnar og felagsskapirnar.

Er onkur sjúkur umborð, verður ein vakthavandi lækni boðsendur beinanvegin. Ein serlig flutningseind verður síðani send til skipið eftir smittaða persóninum og restini av manningini,” siger Thomas Fransson. 

Kelda: Gøteborg Havn