* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Orsøkin til at so nógv skip brádliga eru horvin í Bermuda-tríhyrninginum er natúrlig, siga granskarar.

Granskarar siga seg hava loyst gátuna um Bermuda-tríhyrningin

Bretskir granskarar meta seg kunna svara uppá, hví so nógv skip eru sokkin í duldarfulla Mermuda-tríhyrninginum í vestara parti av Atlantshavinum.

 

Tað eru serfrøðingar frá University of Southampton, sum eru komnir til, at tað er eitt heilt natúrligt fyribrigdi, ið kann vera orsøkin til, at mong skip brádliga eru horvin í økinum, og eini túsund fólk eru deyð seinastu hundrað árini.

 

Granskararnir hava gjørt innandura simultanroyndir, har teir hava endurskapað risa aldurnar, sum púra óvæntað kunnu reisa seg í Bermuda-tríhyrninginum. Aldurnar vara bara nakrar fáar minuttir og eru einar 30 metrar høgar. Ein satilittur avmyndaði aldurnar fyrstu ferð í 1997.

 

Granskaraliðið gjørdi eitt modell av USS Cyclops, eitt stórt skip, sum hvarv í Bermuda-tríhyrninginum í 1918. Tríhundrað fólk lótu lív.

 

Av tí at skipið var so lætt, hevur tað valla gingið long tíð, áður enn tað er stokkið av um miðjuna.

 

“Tað eru stormar frá suðri og norði, ið møtast. Kemur so ein stormur aftrat frá Florida, kann standast ein deyðshóttandi støða við óhugnaliga stórum aldum,” sigur Simon Boxall, doktari, frá havgranskingarstovuni á University of Southampton.

 

Kelda: Berlingske/Channel 5