* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Greenpeace gingið uppá oljupall í Norðsjónum

Atgerðarfólk hjá Greebpeace eru gingin uppá oljupallin, Paul B. Loyd Jr., sum BP hevur kjartrað at leita eftir olju í Norðsjónum uttan fyri Skotland. Greenpeace vil vera við, at tey fremja atgerðina, tí tey óttast at framhaldandi oljualeiting fer at hava við sær, at veðurlagsmálini í París-avtaluni verða ikki hildin.

 

Tey bæði atgerðarfólkini hjá Greenpeace umborð á oljupallinum siga, at tey halda fram við mótmælum sínum, til BP gevst við leitiboringunum við Skotland.

 

- Vit óttast eisini veðurlagsbroytingarnar, og vit stuðla París-avtaluna úr enda í annan, skrivar BP í einari viðmerking til atgerðina.

 

- Við viðurkenna eisini rættin til friðarlig mótmæli, men vit meta atgerðarfólkini handla ábyrgdarleyst og seta seg sjálvi og onnur í vanda, verður sagt í boðum frá BP.

 

Í løtuni hevur BP samband við myndugleikarnar fyri at fáa loyst málið.

 

Oljufelagið hevur kjartrað oljupallin til november í ár við møguleika fyri at longja sáttmálan.

 

Kelda: Maritime Danmark