* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Grikskt reiðaravirki keypir 16 skip

Grikska reiðaravirkið, Star Bulk Carriers, hevur gjørt sáttmála um at keypa 16 skip frá Augustea Atlantica SpA og York Capital Management.

 

Tey 16 turrfarmaskipini verða søgd at vera í rættiliga góðum standi, og greinarar meta talan vera um ein góðan handil, skrivar shippingwatch.dk.

 

Star Bulk Carriers Corp. hevur avtalað við seljararnar at lata teimum 10,5 mió. partabrøv fyri skipini, og tað er tað sama sum 14,1 prosent av samlaðu partabrøvunum hjá Star Bulk Carriers Corp.

 

Roknað verður við, at endaligi handilinum millum feløgini verður avgreiddur 2. ársfjórðing í 2018.

 

Star Bulk

Star Bulk Carriers Corp. er eitt altjóða reiðaravirki, sum siglir við turrlastfarmi um allan heimin. Felagið flytur millum annað jarnmálm, kol, korn, fóður og stál. Felagið varð stovnað á Marshalloyggjum í 2006, men høvuðsskrivstovan er í Aten í Grikkalandi. Tá handilin av seinastu skipunum er avgreiddur, eigur Star Bulk 90 farmaskip.

 

Millum skipini, sum Star Bulk hevur keypt, eru Aboy Sienna, Aboy Laetitia og Aboy Karlie.

 

Kelda: Starbulk og Shippingwatch