* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norski umhvørvisflokkurin, Tey Grønu, satsar uppá, at grøn skipaferðsla verður eitt nýtt norskt ídnaðarævintýr.

Grøn skipaferðsla kann veita Noregi nýtt ídnaðarævintýr

Í norska umhvørvisflokkinum, Tey Grønu, eru tey sannførd um, at grøn skipaferðsla kann gerast eitt nýtt ídnaðarævintýr í Noregi.

 

Terje Lade, dagligur leiðari í Lade AS, sigur, at felagið hevur gjørt eina ætlanaravtalu um ein nýtt umhvørvisvinarligt skip, sum skal smíðast á Uljanik-skipasmiðjuni í Kroatia. Skipið skal gera nýtslu av vindorku eins og eitt flogfar.

 

Vit kunnu hugsa okkum eitt skip, sum í útgangsstøðinum siglir uppá LNG, umhvørvisligt brennievni, sum verður nýtt at koma upp í ferð við, og eitt skip, sum leitar inn í vindin og nýtir vindmegi sum ein part at framdráttinum. Ikki sum eitt seglskip, men sum eitt aeroduynamiskt skip, eitt skip, sum minnir um veingin á einum flogfari.

 

Eitt flogfar nýtir ferðina fyri at koma á flog, og síðani nýtir tað flogkroppin og veingirnar soleiðis, at vindurin hjálpir flogfarinum at flúgva.

 

“Vit kundu hugsað okkum, at eins og vindurin hjálpir einum flogfari at flúgva, skal vindurin eisini hjálpa einum skipi at sigla,” sigur Terje Lade.

 

Kelde: Skipsrevyen.no