* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Grønlendingar ímóti nýggju makrelavtaluni

Grønlenska Arbejdsgevarafelagið (GA) finst hvassliga at nýggju fimm-ára avtaluni millum ES, Norra og Føroyar um makrelveiðuna í Norðuratlantshavi, og heitir á á bæði grønlendska landsstýrið og donsku stjórnina um beinanvegin at taka málið upp við ES-nevndini til tess at fáa tað burturúr avtaluni, sum er beinleiðis vent móti Grønlandi.  

Sambært formanninum í deildini í GA, ið umsitur fiski- og útflutningsvinnuna, Henrik Leth, sleppur nýggja avtalan Grønlandi og Íslandi upp á fjall. Avtalan hevur - sum hann tekur til - flutt norðuratlantiska makrelstríðið inn í grønlendskan sjógv. 

- Avtalan kann bert - umframt at býta kvoturnar millum partarnar - hava til endamáls at leggja fót fyri møguleikunum hjá grønlendsku fiskivinnuni at sleppa uppí makrelveiðuna á jøvnum føti við øll onnur. Og tað kunnu vit ikki góðtaka út frá bæði altjóða fiskivinnuligum atlitum og moralskum metingum, sigur Henrik Leth sambært grønlendska kringvarpinum KNR. 

Nýggja avtalan forðar grønlendskum reiðaríum at útvega eyka fiskiorku úr Føroyum, Norra og ES til royndarveiðuna eftir makreli í Eysturgrønlandi, har ein kvota í ár er ásett upp á 100.000 tons. 

Norra vildi blokera 

Ísland stendur eisini uttan fyri nýggju avtaluna, og Henrik Leth vísir beinleiðis til úttalilsi frá íslendska fiskimálaráðharranum, ið sigur, at Norra tók undir samráðingunum upp grønlendsku makrelveiðuna og møguleikarnar fyri at blokera fyri uppbyggingini av eini varandi makrelveiðu í Grønlandi við atliti at vaksandi nøgdini av makreli í grønlendskum sjógvi. 

Spurningurin er so nú, um mótmælini frá grønlendskari síðu til donsku stjórnina og ES hjálpa nakað. 

Til hetta sigur Henrik Leth, at ber ikki til at fremja broytingar saman við Føroyum, Danmark og ES, finnast aðrir samstarvspartnarar sum t.d. kinesarar og russarar.