* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
25 fólk arbeiða á Nuuk Skipasmiðju, sum Karstensens Skipasmiðja í Skagen eigur og rekur.

Grønlendsk skipamiðja dubbar maskinur og amboð

Nuuk-skipasmiðja vónar, at nýggjar íløgur kunnu økja virksemið á skipasmiðjuni og hjálpa felagnum at endurtaka góða úrslitið í 2019, sigur stjóri.

 

Tá grønlendskir fiskimenn og reiðarar skulu umvæla bátar og skip, kunnu teir gera tá á Nuuk-skipasmiðju, sum Karstensens Skipasmiðja í Skagen hevur rikið seinastu 18 árini.

 

Skipasmiðjan í Nuuk umsetti fyri 25 milliónir krónur í 2019, og forstjórin á báðum skipasmiðjunum, Knud Degn Kartensen, vónar, at Nuuk Skipasmiðja við nýggjum íløgum kann endurtaka góða úrslitið frá í fjør.

 

Karstensens Skipasmiðja keypti seg inn í Nuuk Skipasmiðju í 2002, tá danska skipasmiðjan keypti 50 prosent av partabrøvunum. Og tvey ár seinni, í 2004, keypti Karstensens Skipasmiðja restina av partabrøvunum, og eigur sostatt 100 prosent av partabrøvunum. Grønlendska heimastýrið átti annars skipasmiðjuna frammanundan.

 

Nuuk Skipssmiðja er fyrst og fremst ein skipasmiðja, sum umvælir skip og bátar. Men stálarbeiði av ymsum slag, bingjuumvælingar og aðrar umvælingar verða eisini gjørdar á skipasmiðjuni í Nuuk.

 

Í løtuni arbeiða 25 fólk á skipasmiðjuni, og talan er um verkfrøðingar, skipasmiðir, sveisarar og skrivstovu- og goymslufólk.

 

Kelda: Sermitsiaq / Søfart / Karstensens Skipasmiðja