* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Grønlendskt ferðamannaskip situr fast í ísinum

Ferðamannaskipið M/S Sarfaq Ittuk hevur síðani hósdagin sitið fast í ísinum í Torssukátak í Suðurgrønlandi. Reiðaríið væntar ikki, at skipið sleppur víðari fyrrenn í morgin ella ovurmorgin. Artisk Kommando fylgir við støðuni og er allatíðina í sambandi við reiðaríið.

"Vit meta allatíðina um støðuna, og seinast hava vit saman við skiparanum, løgregluni, Arktisk Kommando og Royal Arctic Line mett, at ongin vandi hvørki er fyri skipi, manning ella ferðafólkum," upplýsir reiðaríið Arctic Umiaq Lines í eini Facebook-dagføring.

Sambært Arktisk Kommando forða ís- og veðurskiftini í løtuni fyri, at onnur skip kunnu koma Sarfaq Ittuk til hjálpar. 

Sambært veðurforsøgnunum skiftir ættin í morgin, og tá er ætlanin hjá Arktisk Kommando at senda sjóverjuskipið Hvidbjørnen við tyrlu til umráðið at vera Sarfaq Ittuk til hjálpar, um tað eydnast teimum at sleppa ígjøgnum ísin.

"Støðan er harmulig fyri allar partar, men vit eru tíverri ikki harrar yvir veðrinum, og kunnu ikki gera annað enn at bíða eftir, at vindurin skiftir ætt," skrivar reiðaríið.

Tað 73 metrar langa skipið, ið er bygt í 1992, røkir rutusigling framvið grønlendsku vesturstrondini.

Kelda: Arktisk Kommando og Arctic Umiaq Lines