* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norsk frálandsskip.

Grund til bjartskygni í frálandsvinnuni

Hagland Shipbrokers siga í nýggjari frágreiðing, at orsøk er at vera bjartskygdur í frálandsvinnuni í 2020.

 

- Hyggja vit í krystallkúluna fyri 2020, sær út til, at stórir og nútímans PSV-arar (flutningsskip), framvegis fara at vera eftirspurd, og grund er til nakað av bjartskygni, skrivar Hagland í frágreiðingini.

 

Roknað verður við fleiri rørleggingum í Norðsjónum og í Miðjarðarhavinum í 2020, og roknað verður eisini við meira arbeiði við og á boripallum í Norðsjónum.

 

Ein onnur jalig ábending er eftirspurningurin eftir stórum flutningsskipum, sonevndum PSV-arum í Norðsjónum og arðastaðni í heiminum, millum annað í Russlandi, Guiana, Trinidad og Meksiko.

 

Sonevnda “ratustigið” fór úr 61.500 norskum krónum um dagin í 2018 upp í 96.000 norskar krónur um dagin í 2019.

 

Kelda: Skipsrevyen