* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Hackarar yvirtóku navigatiónina í tíggju tímar

Í februar í ár eydnaðist sambært ónevndum keldum hackarum at fáa fult tamarhald á einum týskum 8.250 TEU stórum bingjuskipi á veg úr Kýpros til Djibouti í tíggju tímar. “Knappliga fekk skiparin ikki manevrera,” upplýsir ein ídnaðarkelda fyri miðlinum Safety At Sea.

Eitt av týsku reiðaríunum, sum hava bingjuskip upp á millum 8.200 og 8.300 TEU, váttaði fyri Safety At Sea, at tað visti um álopið, men vísti aftur, at tað snúði seg um eitt skip í teirra egna flota.

Vitanin er avmarkað um álopið, men sambært keldum varð álopið framt av “sjórænarum”, ið fingu fult tamarhald á navigatiónsskipanunum hjá skipinum, og harvið kundu sigla tað til eitt umráði, har teir kundu ganga upp á skipið og yvirtaka tað, skrivar Fairplay.

Skiparin varð tikin av ræði, og tað eydnaðist ikki at fáa tamarhald aftur á skipinum, fyrrenn KT-serfrøðingar komu umborð. 

Álopið er ein ávaring til vinnuna um, hvat ið kann henda, um reiðaríini ikki hava tamarhald á KT-trygdini umborð á skipum sínum, ávara trygdarserføðingar.

Sambært trygdarmeklarafyritøkuni ASKET eru eisini dømi um, at tað hevur eydnast kriminellum at hacka seg inn á fylgisveinaútgerð, ið verður brúkt í maritimu navigatiónini. 

Hetta kann henda, um fylgisveinaútgerðin á skipum ikki hevur dagførda software ella framhaldandi brúkar standard passwordið, ið fylgir við.

Kelda: Fairplay