* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Kostnaðirnir at flyta bingjur hækkar í løtuni hjá fleiri stórum bingjureiðaríum.

Hægri kostnaðir í bingjuflutninginum

Kostnaðurin at senda eina bingju úr Kina hækkaði í farnu viku við meira enn einum prosenti.

 

Á týdningarmiklu farleiðini til Norðurevropa hækkaði kostnaðurin fyri 20-fóts-bingjur við 53 dollarum upp í 848 dollarar.

 

Hækkingin varð ásett nú áðrenn 1. juni, tá fleiri stór bingjureiðarí hava boðað frá kostnaðarhækkingum. Sambært The Loadstar fer CMA CGM at krevja 950 dollarar fyri eina 20-fóts-bingju til Miðjarðarhavið, og Hapag-Lloyd fer at krevja 1200 dollarar fyri eina 20-fóts-bingju.

 

Tað kemur kortini sjáldan fyri, at fráboðaða hækkingin verður gjørt í tann mun, ætlað verður. Fráboðanirnar eru eisini partur av marknaðarátøkum, har eitt reiðarí boðar frá hækkingum, og samstundis vónar, at onnur reiðarí tískil fara at gera tað sama.

 

Soleiðis eydnast tað onkuntíð at hækka kostnaðirnar á marknaðinum sum heild, uttan at talan kortini er um kartellvirksemi.

 

Sum oftast vísir kappingin á marknaðinum at hava við sær, at dýrastu reiðaríini skjótt seta kostnaðirnar niðuraftur.

 

Shanghai Containerized Freight Index er sett saman av kostnaðum fyri farm til 15 mál kring um í heiminum. Indeksið var av tí lægsta í mars í ár, tá tað kom niður á 568,68 stig.

 

Kelda: Søfart