* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Hækka trygdarstigið fyri donsk skip

Danska verjan skerpar nú trygdartilmælið til donsk skip í Hormuz-sundinum. Orsakað av spentu støðuni millum Iran og USA skerpar verjumálaráðið nú trygdarstigið fyri donsk skip úr Stig 1 upp í  Stig 2 á einum stiga við trimum stigum.

 

Tað skrivar Maritimedanmark, sum endurgevur Ritzau.

 

Aðrar sjófarandi tjóðir sum Noreg og Bretland skerpaðu teirra trygdartilmæli longu seinasta summar. Tá vísti danska verjan aftur, at grund var at skerpa trygdina fyri donsk skip.

 

Iranski vara-flutningsmálaráðharrin, Mohammad Rastad, segði í gjár, at ongin orsøk er at verja skip við herskipum nærindis iranskum sjóøki, tí iranskt sjóøki er millum heimsins tryggastu.

 

Kelda: Maritime Danmark /ritzau