* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hækkaðu oljuprísirnir gera nú, at oljufeløg aftur tora at at fara undir at gera íløgur, sigur meklarahúsið Pareto.

Hækkandi oljuprísir lyfta oljufeløg við milliardum

Hækkandi oljuprísirnir hava givið oljufeløgunum meira pening enn tey hava roknað við í fíggjarætlanunum, vísir ein kanning hjá Pareto. Tað økir um íløguhugin og er serliga gott fyri tvey sløg av undirleverandørum.

Bráðvøksturin í oljuprísinum seinasta árið hevur givið oljufeløgunum fleiri hundrað milliardir krónur meira, enn tey hava roknað við í fíggjarætlanunum. Meklarahúsið Pareto hevur kannað 40 oljufeløg, skrivar Dagens Næringsliv.

Oljuprísurin fekk eitt ordans skrædl í 2014, og hevur seinastu árini svingað millum 27 og 50 dollarar fyri tunnuna. Men á heysti í 2017 byrjaði oljuprísurin aftur av álvara at klatra uppeftir, og liggur nú á umleið 78 dollarum fyri tunnuna. Hetta er sjálvandi gott fyri nýggj oljufeløg, og tað prógvar kanningin hjá Pareto eisini.

“Nú hevur oljuprísurin hildið sær so mikið leingi, at oljufeløgini hava fingið tað yvirlitið, sum er neyðugt fyri at tey aftur tora at gera íløgur,” sigur oljutænastugreinarin Christopher Mo Dege í Paret við Dagens Næringsliv.

Pareto roknar við, at hetta fer at gagna sonevndum oljutænastufeløgum, sum hjálpa oljufeløgum at leita eftir olju og í sjálvari framleiðsluni – kanska serliga feløgum, sum taka sær av seismikki og sjálvum oljupallunum.

Kelda: Shippingwatch