* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av mongu tangaskipunum hjá danska reiðarínum, Hafnia.

Danska tangaskipareiðaríið, sum BW Group í Singapor eigur, hevur undirstrikað støðu sína við heimsins størsta tangaskipaflota.

 

Hafnia hevur júst keypt 32 framleiðslutangaskip/produkttanngaskip frá Chemical Tankers, og 12 LR1-tangaskip frá Scorpio Tankers.

 

- Við hesum báðum keypunum sláa vit støðu okkara sum heimsins størsta tangaskipareiðarí innan produkt- og kemikalievinnuna rimmarfasta, sigur Mikael Skov, forstjóri í Hafnia.

 

Hafnia eigur í dag 152 tangaskip og rekur onnur 242 tangaskip.

 

Mærsk Tankers skrivar til samanberingar á sínari heimasíðu, at teirra felag rekur 230 tangaskip fyri onnur.

 

Mikael Skov leggur aftrat, at tey 44 nýggju skipini øll lúka 2023 EEXI-krøvini, og tað leggur Hafnia tættar CO2-málunum hjá IMO áðrenn 2028.

 

Kelda: Søfart