* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Hafnia Tankers arbeiðir við samanlegging

Danska Hafnia Tankers hevur sett ferð á strembanir sínar at verða skrásett á keypskálanum í New York gjøgnum eina samanlegging við tí endamáli at gera ein handil um hetta fyrst í 2018, siga fíggjarkeldur sambært TradeWinds.

Felagið hevur fingið sær hjálp frá M&A-serfrøðingum úr fyritøkuni PJT Partners og er farið undir at senda longu skrásettum feløgum umbønir um møguliga samanlegging, verður upplýst.

“Eg verði ógvuliga bilsin, um tey ikki eru næsta felagið, sum fer konsolideringsvegin,” sigur ein kelda við miðilin.

PJT er eini leiðandi M&A ráðgevandi fyritøka, sum hevur røtur í kapitalgrunninum Blackstone Partners, ið er ein av størstu eigarunum av Hafnia Tankers.

Keldur nær Hafnia Tankers vátta, at avtala er gjørd við PJT, men taka broddin av týdninginum av samstarvinum, sum verður lýst ikki “ikki merkisvert”.

Millum møguligu partnararnar nevnir TradeWinds International Seaways, Scorpio og Gener8 Maritime.

Hafnia Tankers eigur 36 tangaskip við einum miðalaldri upp á fimm ár og einum virði upp á 809 mió. dollarar sambært VesselValue.

Kelda: TradeWinds/maritimedanmark.dk