* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Hafnia Tankers hart rakt av afturgongd

Hafnia Tankers hevði eitt hall í 2017 upp á 11,6 mió. dollarar ímóti einum avlopi í 2016 upp á 12 mió. dollarar. Orsøkin var vánaliga kemikaliutangaskipamarknaðurin í 2017, serliga orsakað av stóru tilgongdini av mongum nýggjum skipum og einum lægri flutningstørvi, sigur reiðaríið.

Eftirspurningurin eftir oljuúrdráttum helt fram við at hækka í 2017, men kom serliga frá goymslum. Hetta avmarkaði eftirspurningin eftir flutningi og elvdi harvið til ein veikan farmamarknað, skrivar felagið í sambandi við almannakunngeringina av roknskapinum.

Umsetningurin í Hafnia Tankers fall úr 194,7 mió. dollarum í 2016 til 187,3 mió. dollarar í 2017 samtíðis við, at rakstrarútreiðslurnar hækkaðu við góðum 9 mió. dollarum til 175,5 mió. dollarar, sum minkaði rakstrarinntøkuna við 20 mió. dollarum til 14,4 mió. dollarar.

“Síðst í árinum fullu alheims goymslurnar av oljuúrdráttum og var tætt við miðalstøðið mált yvir fimm ár. Hetta skuldi givið eina betri javnvág millum útboðið av skipum og eftirspurningin eftir flutningi av reinsaðum oljuúrdráttum,” skrivar felagið.

Hafnia Tankers eigur og rekur 42 skip.

Kelda: Hafnia Tankers