* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Reiðaríið, Hafnia, ætlar at lata smíða 2-3 skip við metanol ella træspritt dual-motorum. Skipini skulu vera tilreiðar, tá ein nýggj metanol-verksmiða í USA fer undir at framleiða í 2024. Íløgan hjá Hafnia í metanol-verksmiðjuna er gjørd fyri at fáa part av sáttmálum.

 

Hafnia hevur gjørt íløgur í nýggju amerikonsku metanol-verksmiðjuna fyri 10 milliónir dollarar.

 

“Hetta stigið er eitt dømi aftrat um okkara grønu leið, sum er neyðug í dag. Vit viðurkenna, at heimurin er í einari broytingartíð, og at hættirnir, vit reka handil, má fylgja við. Meðan tað er óvíst, hvussu heimurin fer at síggja út, eru vit sannførd um, at politikkur okkara er á góðari leið – og peikar rættan veg,” sigur forstjórin í Hafnia, Mikael Skov.

 

Amerikanska metanol-verksmiðjan ætlar at vera eitt alternativ til ta metanolframleiðslu, sum í dag byggir á kol. Framtíðar metanolframleiðslan skal vera umhvørvisvinarligari.

 

Kelda: Hafnia